Høvuðstuðlar





Aðrir Stuðlar

















Tað styttist skjótt nú.

01 august kl 1900

 Seinasta døgnið hava teir róð 82,2 fjórðingar (152,2 km) - Kl 1900 vóru 301 fjórðingar (557 km) eftir á mál. Teir hava vind og aldu inn á síðuna í dag, tað rullar nakað og er tungt at rógva í løtuni, men tað gongur sera væl við at halda ferðina alíkavæl. Nú brúka teir tær seinastu kreftirnar í eini roynd at taka metið um Indiska Havið. Livar letur heilsa øllum ið fylgja við og er hann sum verða man sera spentur at koma á mál.