Høvuðstuðlar





Aðrir Stuðlar

















Teir nærkast landið.

31 juli kl 0700

 Tað bleiv bert til 63,7 fjórðingar (118 km) seinasta døgnið. Tað eru nú áleið 400 fjórðingar eftir á mál. Miðalferðin seinasta døgnið er 2,65 kn (4,92 km/t) - Fyri at klára metið skulu teir rógva við eini miðalferð uppá áleið 2,80 kn (5,17 km/t) seinasta strekkið. 

Veðurkortið fyri umráðið sær gott út teir næstu dagarnar. Í løtuni hava teir nærum stillið, men seinni í dag veksur hann spakuliga vindin frá LSS og komandi dagarnar kemur hann at liggja ímillum LSS og LS og vaksa til 10 - 15 m/s.

Teir siga annars frá at teir hava sæð flótandi plastik fløskir og tannbustir, eitt tekin um at teir nærkast sivilisatiónini aftur.