Høvuðstuðlar





Aðrir Stuðlar

















At rógva er Livar - Vangamyndin í KvF

Livar Nysted hevur sett sær eitt nýtt mál, at rógva um Indiska havið. Áðrenn hann leggur út á longu ferðina var hann í vangamyndini.

Bogi Godtfred  /  Jógvan Hugo Gardar | 25. mai kl. 00:08 Dagf. 25. mai kl. 00:51

Mest kenda og væleydnaða ferðin hjá Livari higartil er tann eystur um Atlantshavið í juni og juli 2010, tá teir settu tvey heimsmet, bæði fyri at rógva longsta teinin upp á eitt samdøgur og fyri at hava róð frá New Yok og til Scilly oyggjarnar upp á slakar 44 dagar.

Metið, teir tá tóku, var 114 ára gamalt.

Nú er eitt nýtt mál sett. Sunnudagin setir hann kósin móti Perth í Avstralia, har hann um eina til tvær vikur setir seg í ein bát har málið er at rógva til Mauritius hinumegin Indiska Havið. Túrurin kemur at taka um tríggjar mánaðir.


Trýst her Vangamyndin fyri at síggja Livar tosa við Boga Godtfred í KvF.