Høvuðstuðlar





Aðrir Stuðlar

















Grande Baie

Fortreytirnar broyttar í síðstu løtu

 Tey sum varða av metinum yvir Indiska Havið hava nú sagt at teir á tRIO skulu rógva allan vegin inn til Grande Baie, hóast málið higartil har metið er sett er á norður spíssinum á Mauritius. Tað er ikki møguligt at rógva inn til Grande Baie í myrkri, og koma teir tískil ikki á mál fyrr enn tað lýsir í morgin 6 august.

Samstundis er heimasíðan ið vísir hvar málið er ikki longur tøk, so alt í alt sær hetta eitt sindur løgið út.