Høvuðstuðlar





Aðrir Stuðlar

















Havróður úr Skotlandi til Føroya og aftur til Skotlands.

Havróður úr Skotlandi til Føroya og aftur til Skotlands.

 TAÐ VERÐUR EITT SPENNANDI SUMMAR Í ÁR

Tann 24. juli klokkan 8 fara tólv føroyingar nevniliga til Skotlands í heilt serligum ørindum. Ferðaseðilin er einvegis, tí ørindi teirra eru einki mætari enn at rógva heimaftur til Føroya. Her standa aðrar manningar klárar at rógvar bátarnar aftur til Skotlands.

Føroyingarnir, sum fara at rógva, eru Livar Nysted, Fróði Magnussen, Sjúrður Gullbein, Jákup Jacobsen, Dánjal Joensen, Róar Weihe Dalsgaard, Niclas Olsen, Karl Danielsen, Ingi á Tórgarði, Bergleif Brimvík, Ove Heinesen og Jógvan Clementsen. Teir hava vant miðvíst nú í nakrar mánaðir og eru við at verða klárir til avbjóðingina. Teir flestu eru núverandi ella gamlir kappróðrarmenn, men onkur hevur ikki hildið í ár fyrr.

Ferðin verður ein sera stór avbjóðing. Loyst verður frá landi í Thurso í Norðurskotlandi seinast í juli, og so verður róð nátt og dag til Føroya, og ætlanin er at seta fótin á land í Havn eina viku seinni, um Harrin vil. Tá koma nýggjar manningar í bátarnar, og so verður róð aftur til Skotlands.

Teinurin er 420 km hvønn vegin, og róð verður í havbátum, sum gjørdir eru til endamálið. Fyriskiparar eru Livar Nysted og Leven Brown, sum hava roynt havróður fleiri ferðir áður.

Ferðin hevur nógv við Skotland at gera, so vit kalla hana Kiltið 2015.


Facebook síðan fyri túrin finnst her