Høvuðstuðlar





Aðrir Stuðlar

















Heilsan frá Livar.

 Fyri fyrstu ferð í nógvar dagar hava vit hoyrt frá Livar í telefonini. Hann ringdi í morgun og letur heilsa øllum at tað er gott lag umborð. Teir hava ligið eitt døgn við drívakkerinum útið, hetta tí at vindurin er beint ímótið og teir koma ongan veg at rógva, hetta veðrið vænta teir í einar tveir daga afturat.

Livar setti seg í dag at hyggja eftir hvussu vatngerðarin var settur upp og forbundin, og eftir eina løtu helt hann at tað sá eitt sindur løgið út og valdi at býta um uppá nakrar slangur, samstundis sum onkrar fingu knívin og vóru styttar. Hvussu var og ikki, eftir hetta virkaði vatngerðarin aftur, tað vísir seg at hann var feilmonteraður frá framleiðaranum. Nakað sum vit minnast eisini var umborð á  Avalon áðrenn teir byrjaðu túr.

Nú er bara eftir at fáa vindmylluna at virka aftur, tað hava teir sjálvandi vónir um eisini fer at bera til. Onkrið hugskot eru til hvussu hetta kann lata seg gera, so spennandi verður at síggja um tað eyðnast. Sum er er ikki nóg mikið av sól til at teir kunnu fáa fulla úrtøku úr sólpanelunum og fáa tískil ikki løtt battaríðini fult.