Høvuðstuðlar





Aðrir Stuðlar

















Livar og mamman síggjast aftur á flogvøllinum.

Heima aftur

 Kl gott 2000 lendi flogfarið við Livar og er hann nú ávegis til Hvannasunds har almenn móttøka verður fyri honum.

Tíðindaskriv:

Livar Nysted hevur enn einaferð framt eitt stórt bragd!

Tá ið hann kemur heim mikukøldið, hevur hann ikki minni enn trý heimsmet við sær í skjáttuni.

Livar hevur saman við Stuart Kershaw og Maxime Chaya sett heimsmet í at rógva teinin um Indiska havið upp á stytst tíð. Teir eru eisini fyrsta manning við trimum monnum, sum hevur róð um eitt heimshav. Livar hevur harafturat sett heimsmet sum tann fyrsti at rógva um tvey heimshøv sama ár (innan 7 mðr).

Í samband við at Livar kemur heim mikukvøldið 14. aug, verður skipað fyri stórari móttøku í Skúlanum á Fossánesikl. 21.30, har høvi verður hjá øllum at heilsa upp á Livar.


Til móttøkuna vera eisini røða og sangframførsla.