Høvuðstuðlar





Aðrir Stuðlar

















Stór móttøka fyri Livar Nysted á Sjómannadegnum

 Tíðindaskriv:

Ocean Rowing Society váttar í dag at Livar Nysted er fyrsti persónur ið hevur ró tvey ymisk høv sama árið. Yvir Atlantarhavið frá Gran Canaria til Barbados í januar og februar í ár og nú Indiska Havið sama árið. Á sjómannadegnum leygardagin 17. August verður stór móttøka fyri Livar Nysted.

Livar Nysted eigur nú trý met.

Á heimasíðuni hjá ORS stendur ímorgun:

Congratulations on setting a new speed record for rowing the Indian Ocean and becoming the first team of three to row any ocean and Livar Nysted - on becoming the first person to row two oceans in one year!!!

Livar Nysted er ikki ein hvør tí hann eigur nú trý heimsmet:

1. Tann skjótasta túrin yvir Indiska havið.

2. Eru teir fyrstu sum hava ró um eitt hav í báti við trimum monnum.

3. Livar Nysted er fyrsti persónur í heiminum sum hevur ró um tvey høv í sama árið.

Stór móttøka á Føroya Sjómannadegi

Leygardagin 17. August verður stór móttøka á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík, og sambært fyrireikarunum verður hetta nærri lýst mánadagin.

Umframt móttøkuna verður Livar Nysted at hitta á Sjómannadegnum í hølunum hjá ANTARES sum er felag hjá føroysku útisiglarunum.

Sambært Livari verður ymiskt forvitnisligt at síggja hjá fólki tí m.a. hevur hann tikið nakað av tí sum teir tríggir livdu av teir 57 dagarar vit róu um Indiska havið.

M.a. ótu teir 2000 Mars og Twix.


Meira um móttøkuna mánadagin.