Høvuðstuðlar





Aðrir Stuðlar

















Stuart og Livar

Stuart Kershaw verður við á Sjómannadegnum.

 Stuart Kershaw ið róði saman við Livar umborð á tRIO kemur seinni í vikuni til Føroyar og verður við á Sjómannadegnum leygardagin. Møguleiki verður at heilsa uppá teir báðar í básinum hjá Antares á brandstøðini leygardagin frá áleið kl 1300 til 1445 tá Sjómannadagurin fer at heira Livar á pallinum.

Stuart ger ein dokumentarfilm um túrin hjá tRIO um Indiska Havið og vónandi koma onkur brot úr Føroyum við í filmin tá hann seinni kemur at verða vístur runt um í heiminum.

Vit takka fyriskiparunum á Sjómannadegnum fyri stuðulin at fáa Stuart til Føroyar.