Høvuðstuðlar





Aðrir Stuðlar

















Livar Nysted

Um Livar

Eg eiti Livar Nysted eri 42 ára gamal og búgvi í Hvannasundi. Eg eri giftur við Svannu og eiga vit 4 børn, Jóna, Joan, Tóra og Ronja. Eg havi róð kapp í nógv ár og havi vunnið 3 FM heiti í kappróðri.

Í 2005 gjørdu 3 vinmenn og eg eina roynd at rógva til Hetlands. Tíverri máttu vit ,vegna veður, gevast bert 18 fjórðingar frá Hetlandi. Men hetta gav mær bert meir vilja, til at gera tað, sum eg havi droymt um í nógv ár – at rógva um Atlantshavið.

Nú vit skriva 2013 havi eg róð um Atlantarhavið tvær ferð. Fyrru ferð saman við trimun øðrum umborð á Artemis Investment frá New York til Scilly Oyggjarnar í 2010 og sum tey flestu vita, so gekk ferðin um Atlantarhavið sera væl og vit settu 2 heimsmet.

Seini túrurin var nú í ár tá eg saman við sjey øðrum umborð á Avalon róði av Kanarisku oyggjunum til Barbados. 

Hugurin at rógva, er enn líka stórur og nú havi eg fingið møguleika at rógva um Indiska Havið umborð bátið ið kallast RIO og tað eri eg sera fegin um. So um alt gongur sum ætla, verður lagt frá landi í umleið 1 juni 2013.